Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Í morgun tosaðu vit við forkvinnuna í Heilsurøktarafelagnum, Rakul í Gerðinum, forkvinna.
Heilsurøktarafelagið hevur orðað átta hjartamál í samband við løgtingsvalið, sum felagið vónar at fleiri valevni fara at taka til sín.
Hjartamálini eru:
▪ fakfólk tryggja virðið av tænastuni
▪ styttri arbeiðsvika
▪ javnstøða í heilsu- og umsoranaryrki