Seinastu tvey árini hevur Teitur Lassen arbeitt við eini nýggjari útgávu.
Útgávan, sum hevur 12 sangir, eitur 'Cazador de Ostras', sum merkir Tjaldur. Teitur Lassen greiðir frá, at hon er innspæld í Argentina, og tí er heitið spanskt. Seks sangir eru á føroyskum og seks á enskum.
Sangirnir eru spældir inn í Argentina fyri hálvum øðrum ári síðan, men so kom korona og órógvaði arbeiðið.
- Vit tóku arbeiðið uppaftur eftir eina tíð, og nú kemur útgávan so, sigur Teitur Lassen.