Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum.
Tí má politiska skipanin altíð taka atlit at Brekrættindasáttamálanum.
Soleiðis ljóðar áminningin frá Handicaporganisationernes Nordiske Råd til norðurlendskar politikarar. Men verða rættindini hjá øllum ikki skerd undir krepputíðum?
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, verður í útvarpsstovuni.
Vápnahvíld
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er longd 24 tímar. Vit tosa við Allan Sørensen, tíðindamann, sum er staddur í Haifa í Ísrael.