Í dag skipar Norðurlandahúsið fyri verkstovu fyri børn, sum eru seks til 12 ár.
Tað er svenska Ylva Thorsdottir Planman, sum er í summarstarvi í Norðurlandahúsinum, sum hevur verkstovuna.
Endamálið er at gera barnalist úr endurnýtslutilfari.
Ylva heldur tað vera gott at brúka endurnýtslutilfar og síggja, hvat man kann fáa burturúr tí, sum man longu hevur.
Eisini er tað gott at lata tøknina liggja eina løtu og vera kreativ/ur og hava tað stuttligt, sigur Ylva.