Delfindráp skal bannast.
Avleiðingarnar av springaradrápi eru nevniliga so ógvusligar og víðfevndar fyri alivinnuna, at springaradráp og grindadráp sum heild er ein tann stórsta hóttanin móti føroyskum útflutningi nakrantíð.
Tað er greiði boðskapurin frá samlaðu alivinnuni, sum er farin at ótolnast eftir einari niðurstøðu frá løgmanni, sum lovaði at endurskoða springaradráp í september í fjør.
Í sendingini hoyra vit um støðuna hjá Havbúnaðarfelagnum, hvat løgmaður ætlar at gera við málið og so kjakst vit í útvarpsstovuni.