Andrew Tate er sera væl umtóktur á sosialum miðlum, eitt nú TikTok, har hann deilir síni víðgongdu sjónarmið um kvinnur. Hansara upptøkur eru sæddar 11 milliardir ferðir. Í 2022 var Andrew Tate bannaður á Facebook, Instagram - og síðani eisini á TikTok og YouTube. Andrew Tate flutti til Rumenia í 2017, og í desember 2022 varð hann handtikin, ákærdur fyri neyðtøku og ólógligan menniskjahandil. Hann er nógv umrøddur - og umstríddur - men hvør er Andrew Tate? Er hann veruliga vandamikil? Og er Andrew Tate viðkomandi í Føroyum?