Tað er trýst á arbeiðsmarknaðinum. Og hevur nú verið tað í nøkur ár.
Fyrst í september boðaði arbeiðsloysisskipanin frá, at ongnatíð áður høvdu so fá fólk fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan. Hesi vóru 138 fólk.
Samstundis lýsir heimasíðan hjá ALS í dag við, at tey hava 97 starvslýsingar.
Og enn koyra vit meira á motorin, tí 1. august í ár vóru vit 260 fleiri løntakarar enn um somu tíð í fjør. Í alt vóru 27.594 løntakarar í Føroyum í august, í mun til 138 í als skipanini.