Føroyskir fiskimenn fáa ov vánaligan svøvn - og tað gongur út yvir teirra heilsu, og økir um vandan fyri arbeiðsóhappum umborð. Tað er niðurstøðan í Ph.D ritgerð hjá Annbjørg Abrahamsen um yvirmøði hjá fiskifólki. Hennara gransking staðfestir, at hvíldin er alt ov lítil innan fleiri skipabólkar, og tað gongur bæði út yvir heilsu og trygdina umborð. Annbjørg Abrahamsen hevur kannað arbeiðsumstøðurnar umborð á ísfiskalínuskipi, frystilínuskipi, garnaskipi og trolbátum størri enn 40 tons. 157 fiskimenn eru við í kanningini, sum fevnir um 18 túrar við 16 ymiskum skipum.