Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.
Í gjár var framløga í Løgtinginum av einum uppskoti um at geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, men onki um innihaldið í tiltøkunum.
Innihaldið skal viðgerast í uttanlandsnevndini, og um hon góðtekur hetta, er tað upp til landsstýrið at seta tiltøkini í verk.