Skattafrádráttur til ávísar fakbólkar, serlig lønarpulja til at lyfta ávísar fakbólkar, styttri arbeiðsvika, og veruligar sáttmálasamráðingar, ið ikki frammanundan eru fastlæstar í ásettum lønarkarmi. Síðstu dagarnar hava vit hoyrt fleiri boð uppá, hvussu loysast kann upp á fastlæsta, almenna arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at arbeiðsmegi fæst til tey øki, har tørvurin er størstur. Innan eldra-, røktar- og dagstovnaøkið mangla starvsfólk, og sambært framskrivingum hjá Búskaparráðnum verður tørvur á nógv fleiri starvsfólkum til hesi øki næstu árini.