Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlunum verður lækkað úr 24 niður í 20 næmingar, skúladagurin hjá næmingunum skal styttast, tvílæraraskipanin skal víðkast til at fata um bæði grund- og miðdeild, teir einstøku skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis, og lærarar skulu hava fleiri eftirútbúgvingar.
Hetta er millum tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini, ið ein arbeiðsbólkur er komin við og hevur handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum.