Búskaparráðið tekur í dag feburin á føroyska búskapinum - várfrágreiðingin verður løgd fram í dag. Vit hoyra úr Smæruni og tosa við formannin um støðuna eftir eitt ár við met-høgari inflatión og um framtíðarútlitini.
Og hvat er galdandi tá kommunur og landið skulu bjóða arbeiðsuppgávur út og eiga kommunur at bjóða uppgávur út í almennum útboði?
Vit tosa við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag, Atla S. Leo, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.