Hvussu er búskapurin komin seg eftir korona? Hvørji eru framtíðarútlitini? Hvørji átøk skal politiska skipanin gera, nú fíggjarlógararbeiðið er í gongd?
Tað eru nakrir av spurningunum, sum millum annað formaðurin í Búskaparráðnum, roynir at svara í Breddanum í dag.
Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, vinnuumboð og politikkarar um búskap.
Luttakarar:
Djóni Højgaard, Heri á Rógvi, Atli Gregersen, Pætur Trónd Thomsen, Mortan Simonsen, Kristina Háfoss og Jørgen Niclasen.