Færri fólk flyta av landinum, trýstið á bústaðarmarknaðin veksur og húsaprísirnir hækka. Tó eru prísirnir lutfalsliga ikki hægri enn teir hava verið áður, men tað ERU samfelagsbólkar, sum ikki fáa fígging at keypa sær hús - serliga í høvuðsstaðarøkinum.
Tó er tilflytingin ikki størsta orsøkin til vøksturin í fólkatalinum. Í staðin skal høvuðsorsøkin finnast í hinum endanum - talið av fólkum, sum verða verandi í Føroyum. Og tað eru serliga tvey økir í landinum har fólk ynskja at búsetast - Suðurstreymoy og Eysturoy. Tað sigur hagfrøðingur á Hagstovu Føroya.