Ruðuleikin í Bústøðum fær ongan enda.
Tað byrjaði við eini nýggjari starvsskipan fyri Bústaðir, og nú er rokið í Bústøðum komi á tingsins røðarapall.
Fyri eini viku síðani kom fram í Breddanum, at stýrisformaðurin í Bústøðum, Regin Hammer, hevur sett Andras Róin til viks sum stjóra í Bústøðum og at ósemja valdar í stýrinum. Ein nýggj áseting í starvsskipanini fyri Bústaðir hevur við sær, at stjórin, Andras Róin, sleppur hvørki at tosa við miðlar ella annars at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer.