Ófriður hevur valdað í stýrinum fyri Bústaðir seinastu tíðina, og Regin Hammer er nú farin frá sum stýrisformaður.
Anna Maria Joensen, sum hevur verið vanligur stýrislimur, verður nýggj forkvinna.
Hvussu kann ein stovnur deila upplýsingar við onnur uttan fyri stovnin. Og hvørjar upplýsingar ber til at senda øðrum? Spurningurin, hvat nýggja dátuverndarlógin loyvir, gjørdist aftur viðkomandi, eftir at stýrið fyri Bústaðir kravdi at fáa upplýsingar útflyggjaðar gjøgnum privatan teldupost, hóast ein uttanhýsis ráðgevi mælti frá hesum.