COP26 ráðstevnan er um at enda eftir tvær vikur av samráðingum, framløgum og áheitanum. Men hvat stendur eftir, nú øll tey 40.000 fólkini, sum hava luttikið síðstu tvær vikurnar, venda nøsina heimeftir.
Nakrar avtalir eru kunngjørdar, sum skulu bøta um støðuna, og fáa heimin burturfrá ringast hugsandi støðuni. Fleiri enn 100 lond hava avtalað at enda avskóging í londum, sum fevna um áleið 85 prosent av heimsins skógum, innan 2030. Samstundis verða næstan 20 milliardir dollarar settir av til at endurskapa skógarøki.