Ætlanin um aftur at broyta fiskivinnulógina festir nýtt lív í kjakið um tilfeingisrentuna, hvussu stór hon er - og hvussu stóran part av henni landskassin skal krevja inn.
Tilfeingisrentan er virðið á framíhjárættinum at sleppa at fiska
Ein høvuðsbroyting í nýggja fiskivinnupolitikkinum er, at uppboðssølan av veiðirættindum fer í søguna og harvið eisini besti mátin at finna útav, hvat virði tilfeingið í havinum hevur fyri tey, sum vilja fiska tað.
Hin mátin at áseta virðið á tilfeinginum er at rokna tað út.