Jarðir er loksins komin við loysnini, sum skal fáa skil á óskipaðu gongdini í haga. Men hvønn týdning hevur hetta stigið í mun til, hvat landsstýrið og Visit Faroe Islands ætla? Kjak millum Niels Pedersen, nevndarformann í Jarðir, og Jóan Pauli Helgason, menningarleiðara á Visit Faroe Islands.
Eldraøkið manglar fólk - arbeiðið er ov strævið og lønin ov lág, ljóðar skotsmálið. Men hvussu loysa vit trupulleikan at manna mongu størvini innan eldraøkið? Tað spyrja vit Maiken Olsen, leiðara á Heilsuhúsinum í Havn, og Rakul í Gerðinum, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum.