Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndir kring landið eisini ein øktan áhugan fyri landsjørðina.
Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist&Vist at byggja nýgg hølir til Koks í Fossdali eru nevniliga bara tvær av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum.
Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndirnar, ið varða av jørðina, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini.