Hvat gera føroysku myndugleikarnir, nú Danmark herðir tiltøkini munandi í stríðnum móti Corona. Tað spyrja vit Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, Rógva Reinert, formann í serliga Kreppuráðnum og Regin I. Jacobsen, stjóra í Vága Floghavn.
Ein millión laksar eru deyðir í aliringunum hjá Bakkafrost í Suðri. Tað er ikki óvanligt, at alilaksur doyr í ringum veðri. Men fiskadjóralækni undrast á, at myndugleikarnir ikki hava verið á staðnum. Vit tosa við Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, og Peter Østergaard, djóralækna.