Spurningurin um hvar markið gongur millum hvat ein myndugleiki kann loyva sær mótvegis borgarum er enn einaferð aktuellur, aftaná at myndugleikar runt allan heim hava fingið víðkaðar heimildir at hava eftirlit við borgarum og skerja nøkur av teimum grundleggjandi frælsunum, ið vanliga verða vard, í royndini at basa Koronasjúkuni.
Her í Føroyum kemur kjakið serliga til sjóndar í spurninginum, um farsóttarlógin skal herðast, so at myndugleikarnir fáa sterkari amboð, so sum at noyða fólk í sóttarhald, og um vit skulu tvinga fólk í sóttarhald, tá tey koma til landið?