Gerandisdagurin hjá fleiri føroyingum byrjar nú so smátt at líkjast tí, ið var áðrenn Korona, aftaná at løgmaður í dag boðaði frá, at meira ferð nú verður sett á upplatingina av føroyska samfelagnum.
Samstundis verður eftirlitið við markinum til Føroyar styrkt fyri at forða sjúkum at koma frítt inn í samfelagið.
Men um fleiri fólk verða kannaðir fyri sjúkuna, tá tey koma til landið, ber so til at lata heimvendar føroyingar skjótari út aftur í samfelagið?