Fakfeløgini skulu vísa hógv í lønarsamráðingunum, segði landstýrismaðurin í fíggjarmálum í gjár, og sendi ein skelk gjøgnum samfelagið, við at siga at vit eru í einari djúpari kreppu.
Stjórin í landsbankanum er tó ikki heilt so svartskygd, men nýggjastu tølini vísa, at nú eru 14% av størvunum í tænastuvinnuni horvin.
Aftrat tí væntar forkvinnan í ferðavinnufelagnum, at umleið 1400 størv innan ferða- og tænastuvinnu hvørva í summar. Hetta fer serliga at raka ung fólk.