Finst rasisma í Føroyum? Ja, siga nógv, nei, siga onnur. Sunnudagin var mótmælistiltak í Havnini móti rasismu um allan heimin undir heitinum "Black Lives Matter - eisini í Føroyum". Vit perspektivera og kjakast um hetta evnið í Breddanum í dag.
Fór landsstýrismaðurin útum sínar heimildir, tá hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið? Fakfeløg siga ja, men landsstýrismaðurin sigur seg hava heimildina. Vit hyggja nærri at støðuni.