Breddin tekur politiska fepurin, og kjakast verður eisini um uttanríkispolitikkin.
Samgongan er ósamd um fleiri mál í løtuni - saman við Jóannesi Eidesgaard, Bjarna Djurholm og Sveini Tróndarsyni verður politiska støðan greinað.
Nýggja trygdarpolitiska frágreiðingin um støðuna í Arktis fekk ivasama móttøku frá føroyska landstýrismanninum í uttanríkismálum.
Hvat ber frágreiðingin í sær, og ber tað til at hava eina felags ætlan fyri ríkisfelagsskapin, tá tey trý londini hava ymisk áhugamál?