Bankarnir krevja alsamt fleiri avgjøld og samstundis versnar tænastan, halda fólk. Vit viðgera leiklutin hjá bankunum í føroyska samfelagnum í sendingini í dag.
Tólv fólk eru uppsøgd og Landsverk skal hugsast av nýggjum. Saman við Sigurdi Lamhauge, stjóra, hyggja vit at framtíðini hjá Landsverki í Føroyska samfelagnum. Vit tosa eisini við stjóran á einari av størstu byggifyritøkunum í landinum, sum heldur, at Landsverk eigur at gerast ein sterkur vitanar- og granskingarstovnur.