Landamørkini lótu upp mánadagin, so at tað nú er frítt hjá ferðafólkum úr fimm ymiskum londum at koma til og úr Føroyum.
Økti smittuvandin setir stór krøv til tey, sum vara av okkara eldru og veiku.
Men hvussu skal verjugarðurin laðast kring tey eldru og veiku, so koronasmittan ikki rakar tey. Tað royna kommunur og eldrasamstørvini kring landið nú at finna útav.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu.