Nógv fleiri deyðsvanlukkur eru á føroyskum arbeiðsplássum enn í okkara grannalondum samanborið við fólkatal og lønmóttakarar.
Síðani 2009 hava tað verið í miðal gott ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum.
Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark hyggja vit eftir fólkatalinum.
Í Danmark hava higartil verið 19 deyðsvanlukkur í ár. Í fjør vóru 36 í alt.
Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í higartil í ár.
Tað svarar til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár - og ikki 19.