Valkortini eru send út og valevnini dyrgja eftir teimum síðstu leysu atkvøðunum, nú tað stundar til kommunuval-
Í alt 29 bý- og bygdaráð skulu veljast á valdegnum 10. november, men júst hvat er hetta, sum veljararnir skulu velja?
Í Breddanum í dag tosa vit við millum annað Hilmar Høgenni, deildarstjóra fyri kommunumál í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, Páll Isholm, rektari á Miðnám, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra í Vága kommunu og Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu.