Av tingsins røðarapalli í dag lovaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at eitt lógaruppskot um veiðigjald er á veg.
Uppskotið verður klárt til politiska viðgerð um tvær ella tríggjar vikur.
Í politisku skipanini eru tey samd um, at tað er umráðandi, at uppskotið er einfalt.
Sólja riggar av
Um ársskiftið riggar Sólja í Ólavsstovu av sum Løgtingsins Umboðsmaður.
Lobbyisman er sterk í Føroyum, sigur hon, og fyrisitingin og politisku skipanin klára illa at standa ímóti trýstinum.