Vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna, serliga hjá teimum ungu, staðfestir stóra fólkaheilsukanningin. Men hvat ætla politikararnir at gera við tað? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi- & Býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um evnið.
Oftari og oftari hoyra vit um hørðu rúsevnini, sum floyma úr útlandinum inn í føroyska samfelgið. Men nú verða hørðu rúsevnini eisini framleidd í Føroyum. Vit tosa við Jan Johannesen, leiðara á narkodeildini hjá politinum.