Í dag er fyrsti desember. Hetta merkir fyri summi, at jólafriðurin er í nánd, og fyri summi, at nú skulu jólagávurnar fáast til høldar. Onkur gongur í handlar, onnur keypa á føroyskum heimasíðum og uppaftur onnur keypa jólagávurnar á útlendskum heimasíðum.
Men keypir tú frá einum útlendskum nethandli, og skal jólagávan undir jólatræið her heima í Føroyum jólaaftan, so skalt tú rokna við, at gávan dýrkar nakað. Í øllum førum um hon kostar meiri enn 300 krónur, sum er tollmarkið í Føroyum.