Á kommunuvalinum í farna mánað bleiv enn einaferð staðfest, at umhvørvismál eru framliga í huga hjá nógvum veljarum, tá Elsa Berg gjørdist fyrstvaldi kommunustýrislimur hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu við 519 persónligum atkvøðum.
Umhvørvispolitikkur og grøn átøk vóru nevniliga millum nøkur av hjartamálunum hjá nyggja stjørnuskotinum á lista E.
Og tað er eisini í samsvar við løgtingsvalið í 2019, tá millum annað Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi blivu valdar á ting. Báðar við sterkum grønum profili.