So hendi tað loksins - tunlarnir norður um Fjall skulu gerast. Men hvat merkir tað fyri fólkið, sum býr á staðnum og sum hava bíðað í fleiri ár eftir nýggjum farleiðum? Vit lodda dýpið.
Danir vilja byggja radara í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur nú fingið eina skrivliga frágreiðing frá dønum, sum útleggur ætlaninar. Hvat skulu danir avgera, hvat skulu føroyingar og í hvønn mun eigur løgtingið at verða tikið við upp á ráð. Limir í uttanlandsnevndini kjakast um ætlaninar.