Fólkatingið samtykti seinnapartin í dag at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra.
Vit tosa við føroysku fólkatingslimirnar, Sjúrð Skaale og Edmund Joensen, sum ikki vóru til staðar til atkvøðusgreiðsluna, tí teir meta talan er um eitt mál, ið einki hevur við føroysk viðurskifti at gera.
Men hava vit í Føroyum nakrar líknandi møguleikar at revsa eitt landsstýrisfólk, um tey fara út um mark?
Samrøða er við Bjørn á Heygum, løgfrøðing, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Samkynd foreldur og kirkjubøkurnar