Er tað rætt, at leiðslupersónar í heilsu- og almannaverkinum eru millum tey fyrstu, sum eru koppsett fyri korona.
Jógvan Páll Lassen, advokatur, undrast á tulkingina av koppsetingarkunngerðini.
Vit tosa eisini við Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum, og Djóna Nolsøe Joensen, tingmann.
WHO
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, kunngjørdi í farnu viku, at Føroyar fer at søkja atlimaskap í alheimsfelagsskapinum WHO.
Men hvat fáa Føroyar burturúr einum slíkum limaskapi?