Íslendska felagið Samherji hevur brúkt føroyska smápartafelagið Tindhólm til ólógligt virksemi í Namibia, sambært varskógvaranum Jóhannes Stefanssyni.
Men hvussu kann FAS-skipanin brúkast til ólógligt virksemi í einum øðrum landi?
Og hvørjar skyldur hevur ein nevndarformaður at halda eftirlit við virkseminum í einum felagi?
Hetta eru nakrir av spurningunum, ið vit fara at hyggja nærri at í sendingini saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokati, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.