Føroyar eru í løtuni skipaðar í 18 tilbúgvingareindir. Men tað skal nú broytast.
Í øllum førum skal løgtingið viðgera eitt lógaruppskot, sum heimildar landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum at skipa økið í størri tilbúgvingareindir.
Í lógaruppskotinum, sum er borðið í løgtingið, stendur, at endamálið við lógaruppskotinum er at hava eina dagførda lóg, sum setir greiðar lógarkarmar fyri, hvussu tilbúgvingin verður skipað. Ábyrgdin av tilbúgvingini liggur hjá kommununum.