Ein minuttur og átjan sekund av upptøku, sum elvdu til at Føroyar knappliga komu í altjóða miðlar.
Nærum hálvtannað ár hava partarnir bíða eftir at royna málið í rættinum, men tveir dagar áðrenn Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Kringvarp Føroya skuldu í rættin, valdi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at sleppa málinum um fútabann.
Nógv rok hevur verið um upptøkuna, sum landsstýrið legði fútabann á. Tí kom upptøkan ólógliga til vega? Og var fútabannið brot á tælufrælsi og pressufrælsi?