Í gjár fall dómur í einum av størstu málinum um kynsliga misnýtslu í Føroyum.
Ein 42 ára gamal maður bleiv dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019.
Dómurin er munandi stytri enn tey átta árini, sum ákæruvaldið kravdi.
Men hví er so stórur munur á kravinum hjá ákæruvaldinum og dóminum?
Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, vitjar í útvarpsstovuni, og tingmennirnir Aksel V. Johannesen og Christian Andreasen kjakast um revsilógina.