Alt bendir á, at 34 ára gamli Múte Bourup Egede úr IA gerst næsti landsstýrisformaður í Grønlandi. Men hvussu vil tað ávirka grønlendskan politikk?
Vit tosa við Trine Juncher Jørgensen, redaktør á Sermitsiaq.
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gevur landssstýrismanninum heimild at samráðast við donsku stjórnina um eitt "nøktandi úrslit" í radaramálinum.´Men hvat er eitt "nøktandi úrslit", og hava vit yvirhøvur rætt at krevja nakað afturfyri eina felags verju?