Enn einaferð hoyrast røddir, sum vilja selja tey 34 prosentini av Bank Nordik, sum landið eigur.
Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, og harvið varar av partabrøvunum hjá landskassanum í BankNordik, hevur í dag onga viðmerking til eina møguliga sølu av teimum 34 prosentunum av partabrøvunum í BankNordik, sum landið framvegis eigur.
Men tað er greitt, at slóðað er fyri eini slíkari sølu.
Men hvussu áhugaverd eru partabrøvini í bankanum?