Blóðreyð tøl eyðmerktu roknskapin fyri 2020 hjá Atlantic Airways, aftaná eitt tungt ár merkt av koronafarsóttini.
Vit tosa við nevndarformannin, Niels Mortensen, um framtíðarútlitini hjá tjóðarflogfelagnum
Bústaðarskylda
Neyðugt er við bústaðarskyldu og/ella tænastugjøldum, um forðast skal fyri, at heilar bygdir enda sum summarhúsøkir.
Tað sigur Sunda kommuna, sum heitir á Kommunufelagið at virka fyri slíkari loysn.
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, var gestur í útvarpsstovuni.