Á øðrum sinni innan eitt ár, var ein amerikanskur uttanríkisráðharri í Danmark at mýkja sambondini við londini í ríkisfelagskapinum.
Anthony Blinken var á almennari vitjan og takkaði Danmark fyri sín innsats í arktis og fyri góða samstarvi við Føroyar og Grønland. Men hvat stendur eftir vitjanina í gjár, og hvør er Anthony Blinken.
Tað frætta vit meira um seinni í sendingini, tá vit tekna vangamynd av amerikanska uttanríkisráðharranum, og vit tosa við Jenis av Rana, landstýrismann í uttanríkismálum um hvat ítøkjuligt kom burturúr amerikansku vitjanini í gjár.