Løgtingið fer fyrrapartin at umrøða trý lógaruppskot frá andstøðuni, sum skulu tryggja rættindi hjá samkyndum kvinnum, ið vilja ættleiða børn. Skotið verður upp at broyta barsilslógina, rættargangslógina og lógina um "børns retsstilling", soleiðis at hugtakið "sammóður" eisini kann brúkast í Føroyum. Á Breddanum hyggja vit eftir hugtakinum og hvønn týdning tað hevur, umframt at vit meta um politisku avleiðingarnar av andstøðuuppskotinum. Mimi Steintórsdóttir, sakførari, greinar lógaruppskotini. Og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, greinar politisku støðuna.