Í gjár legði Jørgen Niclasen fram fíggjarlógaruppskot fyri 2022, sum gevur 65 milliónir krónur í yvirskoti. Í játtanarkørmunum, sum vóru lagdir fram í vár, og sum annars skulu vera skabilónin fyri fíggjarlógaruppskotið um heystið, varð annars roknað við 63 milliónum krónum í undirskoti. Væl at merkja, tá átøk fyri 30 milliónir vórðu gjørd. Men hvussu bar tað til? Hví er nú brádliga yvirskot á fíggjarlógini? Og merkja svørtu tølini á botnlinjuni, at nú er landshúsarhaldið í góðum hondum? Tað spyrja vit Búskaparráðið, í dag umboðað av Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi og ráðslimi.