Størri effektivitetur á arbeiðsplássinum, betri javnvág millum arbeiði og familju, færri mistøk, minni strongd - bæði hjá foreldrum og børnum og betri pensjónsviðurskifti hjá tí stóra talinum av fólki, sum arbeiðir niðursetta tíð á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Alt hetta fyri góðar 100 mió kr, og umframt ein sterkari búskap, tá lág og miðallønt hava meira pening um hendi.
Tað eru millum niðurstøðurnar í stóru kanningini hjá átta fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum var almannakunngjørd í gjár.