Koronustøðan setir sín dám á dagsins Bredda.
Í hálvtannað ár hava vit óttast at smittutilburðirnir skuldu eksplodera.
Frá at hava havt millum ongan og heilt fáar dagligar tilburðir er støðan nú ein heilt onnur.
Landslæknin og fútin hava báðir alment sagt, at teir halda at ein skipan við koronupassi eigur at vera sett í gildið, men enn hevur hetta ikki vunnið frama í landstýrinum.
Vit kjakast við Bjørt Samuelsen og Brand Sandoy, tingfólk, um tíðin er komin at seta eina skipan við koronupassið í gildið í Føroyum, nú smittutølini halda fram við at vera høg,