Nú styttist av álvara til sendirøðin Trom verður at síggja á norðurlendsku stroymingstænastuni Viplay.
Og í Føroyum hevur tað elvt til eitt kjak, um korini hjá filmsvinnuni í Føroyum.
Higartil hevur verið trupult at útvega fígging til hesa vinnu, men kann nýggja sendirøð beina vegin fyri eini størri játtan?
Tann spurningin seta vit Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Heðin Zachariasen, tingmann fyri Fólkaflokkin, sum bæði eru limir í Mentanarnevnd Løgtingsins.
Verjuavtala